Signar I Homrum – Sorgblídni lyrics

[Verse 1]
Hví er tú so tunglynt og syrgin
Er tað nakað eg havi gjørt
Um eg havi so, fyrigev mær
Tí tú veit at eg aldrin vil

[Chorus]
Særa teg, pína teg,
Gera nakað sum kan skuffa teg
Tí eg vil læra teg, teg og meg
At elska og verja tað ímillum okkum er

[Verse 2]
Vit hava altíð, verið góð
Sjálvt um tíðin gekk okkum í mót
Men vit kendu at fræðið var sáað
Og vit lótu kærleikan ráða

[Chorus]
Tí at eg elski teg, og tú elskar meg
Vit lótu einki koma í okkar veg
Og eg lærdi teg, tú lærdi meg
At elska og verja tað ímillum okkum er

[Verse 3]
Tíðirnar broytast og vit fylgja við
Við somu kenslum og enn lið um lið
Vit eru góð enn og hava nú børn
Vit hava vunnið á lívsins ódn

[Chorus]
Tí at eg elskaði teg, tú elskaði meg
Vit lótu einki koma í okkar veg
Og eg lærdi teg, tú lærdi meg
At elska og verja tað ímillum okkum er

Leave a Reply

Your email address will not be published.